- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyanevndin námsferð til Føroya

Tíggju limir í Føroyanevndini hjá fólkatinginum hava teknað seg til Føroyaferðina í næstu viku.
Teirra millum eru føroysku fólkatingslimirnir, Edmund Joensen, sum er nevndarformaður, og Sjúrður Skaale, sum er næstformaður.
Harafturat koma tveir embætismenn.
Dagarnir 19. til 23.september eru settir av til ferðina, sum verður kallað námsferð.
Føroyanevndin plagar at vera í Føroyum annað hvørt ár. Seinast, hon var her, var tó í 2018. Í fjør forðaði korona fyri ferðini.
Fyrsta vitjan eftir fólkatingsvalið
Hetta er so fyrstu ferð eftir fólkatingsvalið í 2019, at Føroyanevndin kemur til Føroya.
29 fólk eru í Føroyanevndini.
Endamálið við hesum ferðunum er at hitta politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk í Føroyum.
Fíggjarætlanin hjá ferðini er mett at vera 150.000 kr.