Sammøður skulu javnsetast við pápar

Sammøður skulu javnsetast við pápar
Uppskot er komið í tingið um, at samkyndar kvinnur fáa foreldramyndugleika til síni børn frá føðing
Tíggju tingfólk í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn hava lagt uppskotini fram.
 
13.09.2021 - 08:37

10 tingfólk úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn vilja hava rættargangslógina broytta, so hon eisini umfatar sammóðurskap.

Tey hava eisini uppskot um at broyta lógina um rættarstøðuna hjá børnum.

Og tey vilja hava barsilslógina broytta, so sammøður verða javnsettar við pápar.

Endamálið er, at børn hjá samkyndum fáa rætt til tvey foreldur frá føðing, og at samkyndar kvinnur fáa foreldramyndugleika til síni børn frá føðing.

Lógarbroytingin skal eisini tryggja, at tvær kvinnur, sum hava foreldrarætt, ikki missa tann rættin, flyta tær til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823