Broytingar í fólkaskúlalógini koma í vár

Broytingar í fólkaskúlalógini koma í vár
Fólkaskúlaráðið hevur gjørt tilmæli í málinum
Ein arbeiðsbólkur skal setast at viðgera ætlaðu broytingarnar í fólkaskúlini, áðrenn uppskotið verður lagt fram í vár, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
 
13.09.2021 - 10:35

Ætlanin er at leggja uppskot fyri tingið um broytingar í fólkaskúlalógini í vár.

Tað upplýsir Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu.

Arbeiðið at endurskoða fólkaskúlalógina er fyrireikað og lýst. Fólkaskúlaráðið hevur eftir áheitan frá landsstýrismanninum gjørt tilmæli í málinum, og hoyringarfundur er ásettur. 

Seta arbeiðsbólk

Síðani verður arbeiðsbólkur settur at viðgera ætlaðu broytingarnar, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.

Ætlanin er at leggja uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini fyri tingið á vári í 2022, men um allar broytingarnar verða tiknar við, veldst um, hvussu umfatandi tilmælið verður, og um allar broytingar kunnu verða gjørdar samstundis, sigur Jenis av Rana í svarinum til Beintu Løwe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823