Tjóðveldi eigur øll uppskotini

Tjóðveldi eigur øll uppskotini
Fýra mál eru á skránni, tá løgtingið kemur saman klokkan 10
Høgni Hoydal er uppskotsstillari til trý av teimum fýra uppskotunum
 
10.09.2021 - 08:42

Stórhøll, filmsgrunnur, blokkurin og peningastovnarnir eru í skránni hjá løgtinginum í dag.

Tjóðveldi eigur øll fýra uppskotini í skránni.

Flokkurin hevur uppskot til samtyktar um at byggja stórhøll til innandura ítrótt og onnur stór tiltøk.

Tjóðveldi vil hava landsstýrið at fyrireika arbeiðið at fíggja og byggja slíka høll.

Sambært einum privatum uppskoti kostar høllin millum 100 og 150 mió. kr.

Filmsgrunn og ríkisveiting
Tjóðveldi hevur uppskot um lóg um filmsgrunn.

Grunnurin skal fáa í minsta lagi hálva millión um árið til hann hevur 10-12 milliónir krónur at lata um árið.  

Í ár eru 2,9 milliónir almennar krónur til film.

Tjóðveldi vil, at ríkisveitingin úr Danmark, sum nú er 641,8 mió. kr., minkar góðar 90 mió. kr. um árið til einki er eftir í 2030.

Og Tjóðveldi vil hava landsstýrið at síggja til, at fólk kunnu taka út sínar egnu pengar í peningastovnunum ókeypis.

Tingfundurin í dag er klokkan 10.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823