Felagskvota liggur ikki í kortunum

Felagskvota liggur ikki í kortunum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur svarað spurningi frá Jóhannis Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, um felagskvotu
 
10.09.2021 - 09:41

Eingin ætlan er um at skipa fiskiskapin eftir makreli við felagskvotu.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, hevur spurt Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um makrelfiskiskapin.

Millum annað spyr hann, um felagskvota kemur, so til ber at fiska stóru makrelkvotuna í ár.

Jacob Vestergaard svarar, at fiskiskapurin er skipaður í kunngerð. Flest allar kvotur eru eginkvotur. Og ætlanin er ikki at koma við felagskvotu.

Vørn hevur ikki fingið fráboðan um, at nøkur eginkvota er uppi, sigur Jacob Vestergaard.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823