- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalráð ósamd um uppskot

Semja er ikki í landsstýrinum um lógaruppskotið um útlendingar, sum keypa fastogn í Føroyum.
Løgmaður eigur uppskotið.
Men í hoyringarsvari sigur Fíggjarmálaráðið, at tankarnir í lógaruppskotinum eru viðkomandi.
Men negativar avleiðingar kunnu eisini vera.
Og uppskotið krevur størri almenna umsiting.
Spurningurin er tí, um hesin kostnaður saman við negativu avleiðingunum stendur mát við hugsaða gagnið av uppskotinum.
Við hesum orðum endar hoyringarskrivið úr Fíggjarmálaráðnum.
Fíggjarmálaráðið vísir á, at danir, grønlendingar og íslendingar koma ikki undir lógina.
Og tey eru kanska stórur partur av teimum, sum keypa fastogn í Føroyum.
Eisini kann hugsast, at tey, sum ikki sleppa at keypa í Føroyum, stovna felag í Føroyum, sum so kann keypa.