Erhard Joensen verður formaður í fíggjarnevndini

Erhard Joensen verður formaður í fíggjarnevndini
Løgtingið hevur samtykt at umskipa løgtingsnevndir í sambandi við landsstýrismannaskiftið herfyri
Erhard Joensen verður formaður í fíggjarnevndini, nú Magnus Rasmussen er farin í landsstýrið.
 
08.09.2021 - 10:53

Løgtingið hevur einmælt samtykt eitt uppskot frá formonnunum í tingbólkunum hjá samgonguni og Sjálvstýri um at umskipa nakrar løgtingsnevndir, í sambandi við at Helgi Abrahamsen herfyri fór frá sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, og Magnus Rasmussen tók við sum landsstýrismaður.

Broytingarnar hava við sær, at Erhard Joensen fer í fíggjarnevndina, har Magnus Rasmussen var formaður. Erhard Joensen verður nýggjur formaður í fíggjarnevndini.

Helgi Abrahamsen, sum er komin aftur í tingið, verður limur í rættarnevndini og landsstýrismálanevndini, og Edva Jacobsen verður limur í trivnaðarnevndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823