Biður um 169 mió. kr. til fámjinsbergholið

Biður um 169 mió. kr. til fámjinsbergholið
Jarðfrøðin á staðnum er soleiðis háttað, at bergholið skal tryggjast betur enn vanligt, og tað er við í kostnaðarmetingini
Bergholið til Fámjins verður liðugt í 2023 ella 2024.
 
08.09.2021 - 08:38

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um 169 milliónir krónur til at gera berghol millum Ørðavík og Fámjin.

Sambært uppskotinum, sum kom í tingið í gjár, verður bergholið 1,2 km. langt og 8,5 metrar breitt.

Harafturat skulu gerast vegir, ein kilometur í Ørðavík og 400 metrar í Fámjin. 

Jarðfrøðin á staðnum er soleiðis háttað, at bergholið skal tryggjast betur enn vanligt. Tað er við í kostnaðarmetingini.

Nýggj undangóðkenning

Bergholið skal vera liðugt í 2023 ella 2024. 

Landsverk hevur fyri aðru ferð biðið fyritøkur um at søkja um undangóðkenning til at sleppa at bjóða upp á bergholsarbeiðið.

Freistin er í hesum umfarinum 30.september kl.14.00.

Mett verður, at tað fer at kosta 1,6 mió. kr. um árið at reka bergholið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823