- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingið viðger arbeiðsmarknaðarmál í dag

Tingfundur verður í dag klokkan 11.00.
Tá fer tingið at viðgera tvey uppskot um arbeiðsmarknaðarmál, sum Javnaðarflokkurin legði fram á ólavsøku.
Flokkurin vil hava landsstýrið at kanna, hvussu nýggjur almennur lønarstigi kann gerast.
Og hitt uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er um frítíð við løn. Flokkurin vil hava í minsta lagi seks vikur summarfrí, og at frítíðarlønin verður minst 12 prosent.
Formansskapurin hevur uppskot til samtyktar um at góðkenna ársfrágreiðingina hjá Løgtingsins umboðsmanni furi 2020.
Munnligir fyrispurningar
Í morgin eru munnligir fyrispurningar á dagsskránni hjá løgtinginum. Hetta eru fyrstu munnligu fyrispurningar í hesi tingsetuni.
Og tingfundur er eisini hósdagin.
Fyri tingfundin í dag hevur formansskapurin fund um tingarbeiðið í heyst og um eitt skriv frá Løgtingsins umboðsmanni.