Løgmaður: Vit eru partur av vesturheiminum

Løgmaður: Vit eru partur av vesturheiminum
Í stórpolitikki er ikki altíð rúm fyri støðuloysi ella einari uttanveltari støðu, skrivar Bárður á Steig Nielsen í Altinget
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skrivar, at tað er bláoygt at halda, at vit altíð kunnu flúgva undir radaranum, og ikki nýtast at taka støðu ella fylgja leistinum hjá okkara sameindu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.09.2021 - 12:52

Tíðin er búgvin, at Føroyar taka eina greiða støðu í trygdarpolitiskum høpi.

Tað skrivar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í einum kjakíkasti í danska miðlinum, Altinget. 

- Tað er bláoygt at halda, at vit altíð kunnu flúgva undir radaranum, og ikki nýtast at taka støðu ella fylgja leistinum hjá okkara sameindu. Tað ber ikki til at standa uttanfyri. Í stórpolitikki er ikki altíð rúm fyri støðuloysi ella einari uttanveltari støðu, skrivar løgmaður og leggur aftrat:

- Tíðin er búgvin, at vit taka støðu. At vit alment viðurkenna okkara áhugamál og framhaldandi arbeiða við at varðveita tey. Einans á tann hátt tryggja vit okkum, at tey tøk, sum verða tikin, eru til frama fyri Føroyar og føroyingar.

Partur av vesturheiminum 

Í greinini ger hann greitt, at Føroyar skulu roknast sum ein partur av vesturheiminum. 

- Eg eri ósamdur við tey, sum javnseta Kina, Russland og USA í einum trygdarpolitiskum høpi. Vit samstarva væl við øll trý stórveldini, men tá tað snýr seg um trygdarpolitikk, er og verður vesturheimurin tað, sum vit hella ímóti, skrivar Bárður á Steig Nielsen.

Okkara strategiska støða í Norðuratlantshavi er ikki til sølu til hægstbjóðandi

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í grein í Altinget

Sostatt leggur hann sjógv millum seg og tær røddir, sum ikki vilja, at Føroyar taka eina støðu í slíkum málum, tí tað kann ávirka samstarvið við m.a. Kina og Russland. 

>>>LES GREININA HJÁ LØGMANNI HER<<<

Í greinini nevnir løgmaður eisini ynskið hjá NATO um ein radara á Sornfelli. Eitt ynski, sum hevur elvt til kjak, um hvør skal sleppa byggja og reka ein slíkan radara, og hvørjar avleiðingar ein slíkur radari kann fáa fyri samstarvið og samhandilin við onnur lond. 

Ikki til sølu

- Okkara strategiska støða í Norðuratlantshavinum er ikki til sølu til hægstbjóðandi. Vit eru ein fastur partur av vesturheiminum og NATO. 

- Henda støðan forðar hvørki samstarvi ella samhandli við øll stórveldi. Helur ikki,  at vit framvegis røkja okkara áhugamál mótvegis londum, sum hava ein øðrvísi verjupolitikk enn okkara, skrivar løgmaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823