- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimsbankin og IMF steðga láni til Taliban

Heimsbankin og altjóða valutagrunnurin, IMF, hava steðgað útgjøldum til Taliban-stýrið í Afghanistan.
Heimsbankin hevði játtað at lata Afghanistan fimm milliardir kr. í stuðuli í ár, men teir pengarnir verða ikki goldnir, boðaði heimsbankin frá í nátt.
Altjóða valutagrunnurin, IMF, boðaði herfyri frá, at heldur ikki hann fer at lata stjórnini í Kabul stuðul, og tann avgerðin stendur við, váttar IMF fyri Danmarks Radio.
Avgerðin hjá IMF hevur við sær, at Taliban-stjórnin ikki kann taka pening úr eini lánsætlan, sum er uppá 2,5 milliardir kr.
IMF samtykti í november í fjør at veita Afghanistan lánið, tí landið kom illa fyri av koronafarsóttini.
Landið fekk seinasta gjaldið í juni, áðrenn Taliban tók valdið í landinum.