Hartar DR fyri at taka sending um Grønland av heimasíðuni

Hartar DR fyri at taka sending um Grønland av heimasíðuni
Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur, at hetta er at nokta kjarnan í dokumentarinum um hvíta gullið, at Danmark hevur forvunnið nógv upp á Grønland
Múte B. Egede er landsstýrisformaður í Grønlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.02.2025 - 11:34

Grønlendski landstsýrisformaðurin, Múte B. Egede, gevur ilt av sær, nú Danmarks Radio hevur tikið sendingina "Hvíta gullið hjá Grønlandi" av heimasíðuni og koyrt tíðindastjóran til hús.

- Hetta er ein fullkomulig noktan av kjarnanum í dokumentarinum - nevniliga at Danmark hevur forvunnið nógv burtur úr okkum og upp á bekostning av okkum, sigur Múte B. Egede á Facebook.

-Tað ber ikki til at krógva sínar órættvísu gerðir og sína kolonialu fortíð, bara við at avnokta og krógva hetta fyri okkum. Eg fari enn einaferð at rósa liðnum aftan fyri sendingina fyri at lýsa veruleikan og møguleikan fyri at tosa opið um tað, skrivar grønlendski landsstýrisformaðurin.

 

Dokumentarsendingin "Grønlands hvide guld" er nú tikin av heimasíðuni hjá danska kringvarpinum.

 

Nógv umrøða

Sendingin um hvíta gullið í Grønlandi hevur fingið nógva umrøðu. Sendingin snýr seg um kryolitnámið í Ivittuut og um stóru inntøkurnar, sum danski staturin og danska fyritøkur hava fingið úr náminum.

Í Danmark hevur sendingin verið fyri atfinningum, m.a. frá búskaparfrøðingum, sum halda, at sendingin hevur eina ov einfalda mynd av vinninginum í náminum. 

Mikudagin avgjørdi DR at taka sendingina av heimasíðuni og koyra tíðindaleiðaran, Thomas Falbe, sum hevði ábyrgdina av sendingini, til hús.  

Grønlendingar hava annars heilsað sendingini vælkomnari, tí teir meta, at hon lýsir væl, hvussu stór virði eru tikin úr Grønlandi til Danmarkar uttan um fólkið og myndugleikarnir í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962