
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland: Kristindemokratarnir og SPD skipa væntandi stjórn

Nýggja týska stjórnin verður helst skipað millum Kristindemokratarnar, CDU, systurflokkin CSU, og sosialdemokratiska SPD.
Sambært týska blaðnum, Die Zeit, fáa hesir flokkar 328 av teimum 630 sessunum í Ríkisdegnum.
Flokkurin hjá Friedrich Merz, CDU, vann saman við systurflokkinum CSU, valið í Týsklandi í gjár við íalt 28,6 prosentum av atkvøðunum.
Hin vinnarin gjørdist høgravíðgongdi flokkurin, AfD, Alternativ für Deutschland, sum tvífaldaði sína undirtøku. Flokkurin fekk 20,8 prosent av atkvøðunum.
Eingin vil samstarva
Hóast AfD tvífaldaði undirtøku sína í mun til seinasta val í 2021, verður tó ikki roknað við, at nakar annar fer at samstarva við flokkin. Týskarar halda flokkin vera høgravíðgongdan.
Hetta heldur leiðarin í Alternativ für Deutschland, Alice Weidel, vera ódemokratiskt.
Á tíðindafundi í Berlin í gjár segði hon, at eingin annar flokkur hevur megnað at gerast fólksligur flokkur eftir so stuttari tíð, og tí eigur AfD at vera við í nýggju týsku stjórnini.
- Vit eru til reiðar at taka ábyrgd, tí týski veljarin hevur atkvøtt fyri broyting, sigur Alice Weidel.
Flokkurin hjá Olafi Scholz, nú fráfarandi kanslara, SPD, fekk sítt vánaligasta val nakrantíð við 16, 4 prosentum av atkvøðunum.
Umhvørvisflokkurin, Die Grüne, fekk 11,6 procent av atkvøðunum, og vinstraflokkurin, Die Linke, fekk undirtøku frá 8,8 procent frá veljarunum.
Steen Nørskov.
Hoyr samrøðu, sum Elin Mirjamsdóttir gjørdi við Steen Nørskov, tíðindamann hjá danska kringvarpinum í Týsklandi: