
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friedrich Merz ætlar at skipa stjórn saman við SPD

Friedrich Merz, formaður í CDU, sum vann týska valið í gjár, ætlar at skipa samgongustjórn saman við sosialdemokratiska flokkinum, SPD.
Tað segði hann á tíðindafundi seinnapartin.
Samráðingar við SPD byrja eftir ætlan í næstu viku.
CDU og SPD hava meiriluta í samveldistinginum eftir valið í gjár.
- Ein svørt-reyð samgonga er tað, sum vit ætla, sigur Friedrich Merz.
Fráfarandi kanslarin, Olaf Scholz. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Hann fer seinni í dag at hitta leiðsluna í SPD, og evnini á fundinum vera uttanríkis- og trygdarpolitikkur, innflytarar og búskapur.
- Hóast stórir trupulleikar eru í landinum, vænti eg, at tað fer at eydnast at finna loysnir, sigur Friedrich Merz, sum verður nýggjur kanslari eftir sosialdemokratin, Olaf Scholz.
SPD fekk bara góð 16 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár, og tað er ringasta valúrslitið hjá flokkinum yvirhøvur.