Illgruni um enn eitt kaðalslit í Eystrasalti

Illgruni um enn eitt kaðalslit í Eystrasalti
Talan er um ein kaðal millum Týskland og Finnland, og brotið skal vera út fyri Gotlandi
Brotið á kaðalinum skal vera staðfest út fyri Gotlandi.
Mynd: SVT  
 
21.02.2025 - 14:36

Svenska verjan kannar í løtuni eina fráboðan um møguligt nýtt kaðalslit í Eystrasalti.

Tað skrivar svenska kringvarpið SVT.

Talan er um ein kaðal millum Týskland og Finnland, og brotið skal vera út fyri Gotlandi.

Enn er ógreitt, hvat slag av kaðali, talan er um.

 

Fleiri tilburðir

Í seinastuni hava fleiri tilburðir verið av kaðalsliti í Eystrasalti. Illgruni er um, at talan er um álop, sum eru gjørd við vilja. Millum annað var eitt kinesiskt skip herfyri undir illgruna fyri at hava framt herverkið.

Kaðalarnir, sum talan er um í Eystrasalti, eru bæði gassleiðingar, samskiftiskaðalar og streymkaðalar.

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristerson, skrivar á X, at hann tekur nýggja málið um kaðalslit í Eystrasalti í størsta álvara.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962