Macron komin til Washington

Macron komin til Washington
Í kvøld fara franski forsetin og amerikanski starvsbróðirin at tosa um Ukraina
Emmanuel Macron, forseti, á veg inn í Hvítu húsini.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.02.2025 - 15:41

Franski forsetin, Emmanuel Macron, er komin í Hvítu húsini í Washington, í sambandi við fundin í kvøld við amerikanska forsetan, Donald Trump. 

Teir skulu fyrst á fundinum tosa um G7. Hetta er telefonfundur, har teir báðir forsetarnir tosa við aðrar leiðarar í G7-bólkinum, tað eru Kanada, Týskland, Italia, Japan og Bretland.

Seinni í dag fara Macron og Trump hittast tveireinir at tosa um Ukraina.

Macron segði fríggjadagin í sjónvarpaðari røðu, at hann fer at ávara amerikanska forsetan ímóti at vera veikur mótvegis russiska forsetanum Vladimir Putin.

Viðurskiftini millum USA og sameind hjá USA í Evropa hava veruliga fingið avbjóðing, eftir at USA brádliga kúvendi í Ukraina-politikkinum.

Trump loypti hvøkk Evropa, tá ið hann segði seg vera til reiðar at endurreisa sambandið við Putin fyri at enda trý ára langa kríggið í Ukraina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878