
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyri trimum árum síðani gjørdi russiski herurin innrás í Ukraina, og kríggj brast aftur á í Evropa.
Í 2014 hertók Russland Krim-hálvoynna, og stutt eftir eisini landspartarnar Donetsk og Luhansk.
Árini eftir vóru merkt av ófriði millum Ukraina og Russland. Kortini var ikki væntað, at russiski herurin beinleiðis fór at gera innrás í Ukraina tann 24. februar 2022.
Ætlanin var at hertaka alt landið, men av tí at Ukraina gjørdi mótstøðu, eydnaðist hetta ikki, og í dag hevur kríggið vart í trý ár.
Nógvan stuðul úr vesturheiminum
Ukraina hevur fingið umfatandi stuðul frá vesturheiminum í stríðnum, og millum størstu stuðlarnar eru Evropa og USA, ið hava fíggjað meginpartin av hermegini, umframt at veita fíggjarliga og humanitera hjálp.
Í síðstu viku vóru friðarsamráðingar millum USA og Russland í Saudiarbia um friðaravtalu og vápnahvíld, men ukrainar vóru ikki við. Zelenskyj, forseti, hevur sagt, at eingin friðaravtala verður góðtikin uttan at Ukraina er við.
Í dag hittast fleiri ríkisleiðarar í Kyiv, í sambandi við at trý eru liðin, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Teirra millum er Metta Frederiksen, ið umboðar Danmark.
Í hesum sambandi hevur Danmark júst latið tvær milliardir kr. til styrkja hermegina hjá Ukraina.
Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Hans Andrias Sølvará, professara, ið var gestur í útvarpsstovuni: