- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra frystilínuskip í íslendskum sjógvi

Fýra frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland, og fýra eru við Føroyar.
Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu, skrivar Fiskamarknaðurin.
Annað ísfiskalínuskipið er úti.Tað fiskar hýsu og tosk.
Betri útróðrarveður
Um útróður sigur hann, at streymurin er góður, men harðnar seinni í vikuni.
Veðrið er júst tað øvugta, tað verður eitt sindur ivasamt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni.
So nakar útróður verður miðskeiðis og síðst í vikuni.
Línubátarnir fáa tosk og hýsu, snellubátarnir fáa nógv mest av toski og eitt sindur av upsa.
Trolarar
Ein ísfiskatrolari er úti. Hann fiskar tosk og svartkalva. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva.
Um partrolarar verður sagt. at fýra pør eru úti. Fiskaríið hjá teimum er misjavnt.
Allir trolbátarnir eru inni, men fara út, tá veðrið batnar.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Tey hava brúkiligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.