Friedrich Merz verður nýggjur kanslari

Friedrich Merz verður nýggjur kanslari
Hóast CDU/CSU vunnu valið í Týsklandi í gjár, er ikki greitt enn, hvussu samgongustjórnin fer at síggja út
Tað er longu greitt, at Friedrich Merz, formaður í CDU, verður nýggjur samveldiskanslari í Týsklandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.02.2025 - 08:04

Nýggi týski kanslarin eitur Friedrich Merz, og er kristindemokratur. So mikið er greitt, nú týskarar vóru á vali ígjár.

Flokkur hansara, CDU, hevði framgongd og gjørdist størsti flokkur, men fekk tó ikki tey 30 prosentini, sum roknað varð við undan valinum, skrivar bretska kringvarpið.

Konservativi flokkurin, CDU, og systurflokkurin, CSU, vunnu valið í Týsklandi ígjár.

Flokkarnir fingu tilsamans 28,6 prosent av atkvøðunum.

 

Alice Weidel, forkvinna í AfD. Flokkurin tvífaldaði atkvøðutalið í gjár, men hann sleppur neyvan í stjóirn. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Tvífaldaði unditøkuna

Hin vinnarin gjørdist høgravíðgongdi flokkurin, AfD, Alternativ fu:r Deutschland, sum tvífaldaði sína undirtøku. Flokkurin fekk 20,8 prosent av atkvøðunum.

AfD lovaði undan valinum millum annað, at flokkurin fór at gera sítt til at fáa broyting í týskan politikk. Millum annað sigur AfD seg vilja hava eina skjóta loysn á krígnum í Ukraina við at gera avtalu við russiska forsetan, Putin.

Hóast AfD tvífaldaði undirtøku sína samanborið við seinasta val í 2021, verður tó ikki roknað við, at nakar annar flokkur fer at samstarva við flokkin. Týskarar halda flokkin vera ov høgravíoðgongdan.

- Keine Nazis im Regierung! Ongar nasistar í stjórnina, søgdu fólk, sum vórðu spurd í gjár.

 

Olaf Scholz, fráfarandi kanslari. Valúrslitið hjá SPD í gjár var tað ringasta yvirhøvur. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Vánaligasta valið yvirhøvur

Flokkurin hjá Olafi Scholz, nú fráfarandi kanslara, SPD, fekk sítt vánaligasta yvirhøvur. Flokkurin fekk 16,4 prosent av atkvøðunum.

Olaf Scholz ásannar, sambært BBC, at úrslitið gjørdist eitt beiskt tap, og hann fer ikki undir stjórnarsamráðingar.

Umhvørvisflokkurin,Tey Grønu, sum hevur verið í stjórnini, fekk 11,6 procent av atkvøðunum, og vinstraflokkurin, Die Linke, fekk undirtøku frá 8,8 procent av veljarunum, skrivar Ritzau tíðindastovan.

 

Val fjórða hvørt ár

Val verður hildið í Týsklandi fjórða hvørt ár. Tað er kanslarin, ið ger av, hvønn dag valið verður, men tað skal antin vera sunnudag ella ein almennan frídag.

Týskir borgarar, sum eru yvir 18 ár, og hava búð í Týsklandi í minst tríggjar mánaðir, hava valrætt og valbæri.

Lóggávutingið í Týsklandi hevur tvey kømur, Bundestag og Bundesrat. Tað er einans til Bundestag at valt verður til, og har eru vanliga 598 sessir. 

Týskir veljarar hava tvær atkvøður. Eina til ein tinglim úr egnu valdømi, og eina til ein av politisku flokkunum. 

Fyrsta uppgávan hjá nývalda tinginum er at atkvøða fyri nýggja kanslaranum. Kanslarin skal hava undirtøku frá einum avgjødum meiriluta. Tað merkir at meira enn helvtin av tinglimunum skal atkvøða fyri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151