Ber ikki til at siga, hvussu stórur kópastovnurin er

Ber ikki til at siga, hvussu stórur kópastovnurin er
Í sekstiárunum var mett, at stovnurin var 3.000 kópar
Í 2021 var ikki longur loyvt at skjóta kóp við alibrúk. Eingin teljing er gjørd síðani. (Savnsmynd)
 
24.02.2025 - 14:15

Ikki ber til at siga neyvt, hvussu nógvur kópur er í Føroyum. Tí regluligar teljingar eru ikki gjørdar seinastu árini.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Karlot Hergeirsson, løgtingsmann, sum spurdi um felli í alivinnuni orsakað av kópi.

Í sekstiárunum var mett, at stovnurin var 3.000 kópar. 

Tá var loyvt at drepa kóp í fýra ár, fyri at minka um stovnin. 

 

Kundu skjóta við alibrúk

Síðani vaks stovnurin fram til áttatiárini, tá alingin byrjaði. Loyvt var tí at skjóta kóp við alibrúk. 

Í 2021 var ikki longur loyvt at skjóta kóp við alibrúk. Eingin teljing er gjørd síðani 2021.

Karlot Hergeirsson sigur, at í 2023 tóku kópar knappliga 400.000 laksar.

Miðal tøkuvektin var seks kilo, og miðalprísurin var 70 krónur fyri kilo.

So fellið var 168 milliónir krónur í 2023, sigur Karlot Hergeirsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551