Føroyskt farmaflogfelag stovnað

Føroyskt farmaflogfelag stovnað
Eitt føroyskt farmaflogfelag, sum fyrst og fremst skal flúgva laks fyri Bakkafrost, varð stovnað í gjár
Mynd: Savnsmynd  
 
20.07.2021 - 09:25

Bakkafrost hevur nú sett á stovn sítt egna farmaflogfelag.

Smápartafelagið 25.05.2021 hjá Birgiri Nielsen og Bakkafrost stovnaðu felagið, sum eitur partafelagið 07.07.2021.

Felagið skal flúgva við farmi úr Føroyum og til Føroya.

Felagið ætlar antin at keypa ella leiga flogfar.

 

Regin Jacobsen formaður 

Birgir Nielsen er stjóri í nýggja felagnum, sum hevur 500.000 kr. í partapeningi.

Regin Jacobsen er formaður í nevndini. 

Aðrir í nevndini eru Heðin Krett, Andrew Djurhuus, Hans Meinhard á Høgabóli og Rúni M. Hansen.  

Bakkafrost verður størsti kundi hjá nýggja flogfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947