Ætla at leingja avtalu um vinnuferðir til Føroya

Ætla at leingja avtalu um vinnuferðir til Føroya
Í fyrraárið vóru 25 vinnuferðatiltøk í Havn, men í fjør vóru bara trý tiltøk
Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava skipað samstarv um vinnuferðir til Føroya. Nú er ætlanin at leingja samstarvið.
 
23.06.2021 - 09:46

Skipaða samstarvið millum Tórshavnar kommunu, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands um vinnuferðir til Føroya verður viðgjørt á býráðsfundinum í Havn í kvøld.

Avtalan um samstarvið varð gjørd longu í 2019.

Avtalan er galdandi til 1.januar 2022. Nú skal støða takast til, um nýggj avtala skal gerast. Hon skal galda í fýra ár í staðin fyri trý ár. 

Býráðið sigur, at verandi samstarvsavtala hevur virkað væl, og eru partarnir sum heild nøgdir við samstarvið. 

25 tiltøk í fyrraárið

Í 2019 vóru 25 vinnuferðatiltøk í Havn, tá eru virkisferðirnar ikki taldar við. 

Men í fjør vóru bara trý tiltøk. Ætlanin var at hava 25 vinnuferðatiltøk í Føroyum í fjør. Nógv eru útsett til 2022.

Avtalan fer at kosta kommununi tvær milliónir krónur.

Visit Faroe Islands rindar eisini tvær milliónir.

Umsitingin, Vinnunevndin og Fíggjarnevndin hjá kommununi mæla til at gera avtalu fyri árini 2022-2026.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981