Fakfelagssamstarvið fund um støðuna

Fakfelagssamstarvið fund um støðuna
At lóggeva undantøk er at gera seg inn á verkfalsrættin, halda fakfeløg
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ætlar sær í tingið við einum lógaruppskoti um undantøk til starvsfólk í Almannaverkinum, tá verkfall er
 
15.06.2021 - 08:34

Fakfelagssamstarvið á almenna arbeiðsmarknaðinum fór á fund í morgun klokkan átta um ætlanina hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, at fara í løgtingið við lógaruppskoti um undantøk í Almannaverkinum, nú Pedagogfelagið er í verkfalli.

Hetta er at gera seg inn á verkfalsrættin, halda fakfeløg.

Fakfelagssamstarvið fevnir um Starvsfelagið, Felagið hjá Sjúkrarøktarfrøðingum, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, Akademikarafelagið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Fingu 16 undantøk

Almannaverkið bað Pedagogfelagið um 139 undantøk, men fekk 16.

Almannaverkið segði sunnudagin, at so nógv fólk sum gjørligt eru flutt heim til avvarðandi at búgva.

Við teimum tillagingum, sum ber til at gera, roynir Almannaverkið at halda virksemið í 24 tímar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109