Helgi Abrahamsen kemur í útvarpsstovuna

Helgi Abrahamsen kemur í útvarpsstovuna
Nú verður gitt, at landsstýrið fer at leggja upp í verkfallið. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum verður í tíðindunum klokkan 17.
Helgi Abrahamsen verður í útvarpstíðindunum klokkan 17 um støðuna í verkfallinum
 
14.06.2021 - 16:34

Av tí at leiðslan í Almannaverkinum hevur boðað frá, at verkfallið hjá pedagogunum ger støðuna á bústovnum undir Almannaverkinum álvarsama, verður gitt, at landsstýrið fer at koma í tingið við uppskoti, sum skal steðga verkfallinum.

Almannaverkið hevur fingið greitt at vita frá Pedagogfelagnum, at fleiri undantøk verða ikki givin, og tí kann standa um lív og heilsu, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Almannaverkið hevur inniliga heitt á partarnar um at finna eina loysn á sáttmálatrætuni. 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, kemur í útvarpsstovuna til tíðindini klokkan 17, og tá verður hann spurdur, um landsstýrið ætlar at leggja upp í verkfallið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109