Kunnu ikki gera makaskifti um Stórutjørn

Kunnu ikki gera makaskifti um Stórutjørn
Samráðingar eru enn millum landið og Tórshavnar kommunu um Hoydalar
Landið og kommunan samráðast um avtalu um makaskifti, so landið fær Venjingarskúlan og kommunan Hoydalar
 
02.06.2021 - 09:00

Tórshavnar kommuna og landið kunnu ikki gera makaskifti um lendi við Stórutjørn.

Uppskotið var, at kommunan læt landinum sín part av Venjingarskúlanum og fekk eitt øki við Stórutjørn afturfyri.

Men tað ber ikki til, sigur Búnaðarstovan, sum umsitur landsjørðina.

Tórshavnar kommuna eigur 40 prosent av Venjingarskúlanum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um ognirnar hjá landinum í Hoydølum.  

Samráðast enn

Hann svarar, at samráðingar eru enn millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og Mentamálaráðið um ognirnar í Hoydølum.

Og landsstýrið hevur ikki aðrar ítøkiligar ætlanir um Hoydalar enn tað virksemi, sum longu er har.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948