Tørvur á fleiri kommunlæknahølum í Havn

Tørvur á fleiri kommunlæknahølum í Havn
Málið kemur til viðgerðar á býráðsfundinum í kvøld
Tá viðtaluhølini í Kirkjustræti í Hoyvík vórðu bygd í 2019, var tørvurin nøktaður, men longu nú er brúk fyri fleiri viðtaluhølum
 
27.05.2021 - 09:04

Læknahølini í Berjabrekku í Havn verða nú útbygd og umbygd, so har verður pláss fyri fleiri kommunulæknum.

Har eru tvær viðtalur nú, men bara ein lækni. Eftir útbyggingina verða fimm viðtalur í Berjabrekku.

Hølini verða klár í januar 2023, sigur kommunan.

Fólkatalið í Havn er vaksið so nógv seinastu árini, at brúk er fyri fleiri kommunulæknum.

Fult í Kirkjustræti

Tá nýggj kommunulæknaviðtala við fimm læknum kom í Kirkjustræti í 2019, var táverandi tørvur nøktaður. Men longu nú er brúk fyri fleiri kommunulæknaviðtalum. 

Sum er kunnu fólk ikki velja kommunulækna, tí viðtalurnar eru fullar.

Heilsutrygd hevur mælt Heilsumálaráðnum til at seta trý nýggj kommunulæknastørv, eitt í Suðurstreymi.

Men Tórshavnar kommuna hevur eingi høli sum er. Tí verður útbygt í Berjabrekku.

14 kommunulæknar eru í Tórshavnar kommunu.

Ætlanin er at byggja fleiri læknaviðtaluhøli í Berjabrekku.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948