Kanna framvegis Gluggavarpið

Kanna framvegis Gluggavarpið
Í næstu viku verður støða tikin til, hvussu farast skal víðari í málinum
Mads Strandberg Petersen, ákæri
 
19.05.2021 - 13:54

Løgreglan er ikki liðug at kanna málið, um veitarin hjá Gluggavarpinum hevur brotið lógina um upphavsrættindi. 

Tað upplýsir Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. 

Kanningararbeiðið er kortini komið so mikið langt, at í næstu viku verður støða tikið til, hvussu farast skal víðari. 

Fríggjadagin feldi Føroya rættur dóm í líknandi máli, har ein maður í 40-unum varð dømdur fýra mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava brotið upphavsrættin, tá ið hann í níggju mánaðir - í 2015-2016 - vegleiddi onnur, hvussu tey kundu síggja vardar sjónvarpssendingar uttan at hava fingið loyvi til tað frá teimum, sum eiga rættindini. 

Dómur kann ávirka

Mads Strandberg Petersen, ákæri, sigur at tann dómurin kann ávirka gongdina í málinum um Gluggavarpið.

Tænastan hjá Gluggavarpinum hevur verið marknaðarførd á facebook, instagram og á heimasíðuni gluggakeyp.com, men nú eru síðurnar strikaðar. 

Hetta fær tó onga avleiðing fyri kanningararbeiðið hjá løgregluni, sum longu hevur tryggjað sær upplýsingarnar, sum vóru tøkar á heimasíðuni og facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109