Kanna starvsfólkatørv á dagstovna- og eldraøkinum

Kanna starvsfólkatørv á dagstovna- og eldraøkinum
Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið hava havt evnisdagar, har starvsfólkatrotið var eitt høvuðsevni
Tað gongst illa at fáa fólk til at arbeiða á dagstovnaøkinum og eldraøkinum
 
27.04.2021 - 08:54

Illa gongst at fáa fólk til at arbeiða á dagstovnaøkinum og eldraøkinum. Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur seinastu tíðina lagt dent á at kanna starvsfólkatørvin á dagstovnaøkinum og eldraøkinum.

Endamálið er at gera eina heildarætlan um, hvussu fólk fæst til at arbeiða á dagstovnum, ellisheimum og aðra staðni á eldraøkinum. 

Kommunala arbeiðsgevarafelagið kannar eisini møguleikan at gera ein kommunalan hagtalsgrunn, sum kann geva kommununum støðuga atgongd til hagtøl fyri betur at kunna gera greiningar, framrokningar og uppgerðir.

Ársfundur í gjár

Í síðstu viku høvdu Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið evnisdagar. Kommunufelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum vóru boðin við. 

Evnisdagarnir eru liður í komandi sáttmálasamráðingunum millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.

Eisini her var starvsfólkatrotið eitt høvuðsevni. Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevði ársfund í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109