Ove Olsen farin

Ove Olsen farin
Ove starvaðist í Útvarpinum/Kringvarpinum frá 1974 til 2008, og hann stjórnaði Havnar Hornorkestri í meiri enn 40 ár
Ove Olsen var leiðari á tónleikadeildini í útvarpinum frá 1991 til 2006
 
26.04.2021 - 13:00

Okkara fyrrverandi starvsfelagi, Ove Olsen, andaðist í gjár, 68 ára gamal.

Ove byrjaði í útvarpinum sum programmmedarbeiðaralærlingur í 1974, og hann var í starvi til 2008.

Ove var í mong ár á tíðindadeildini, men skifti so millum tíðindadeild og programmdeild, har hann millum annað gjørdi sendingar við klassiskum tónleiki.

Í 1991 var Ove settur sum deildarleiðari á tónleikadeildini í útvarpinum. 

Hann var leiðari har til 2006, tá tónleikadeildin varð løgd undir programmdeildina í útvarpinum, í sambandi við at útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman.

Dirigentur í meira enn 40 ár

Ove Olsen var eisini kendur frá horntónleiki.

10 ára gamal byrjaði hann í Havnar Hornorkestri, í 1962. Hann fór at stjórna hornorkestrinum í 1974, og hann stjórnaði Havnar Hornorkestri í meira enn 40 ár. Hann legði formliga frá sær sum dirigentur í Havnar Hornorkestri í 2016.

Eftir hetta stjórnaði Ove Klaksvíkar Hornorkestri eitt skifti, og í øðrum tíðarskeiðum var hann eisini dirigentur hjá Tvøroyar Hornorkestri.

Ove Olsen var bara 10 ára gamal, tá hann fór at spæla í Havnar Hornorkestri í 1962. Hann stjórnaði orkestrinum í meira enn 40 ár.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948