Hjálparpakkar til viðgerðar í dag

Hjálparpakkar til viðgerðar í dag
Hjálparpakkin til ferðavinnuna kostar í mesta lagi 47,5 milliónir kr., og stuðulsskipanin til listafólk verður mett at kosta 3,5 milliónir
Stuðulin er í mesta lagi 10 milliónir krónur til hvønn umsøkjara í ferðavinnuni, og stuðulstíðarskeiðið er frá 1.september 2020 til 30.apríl 2021
 
16.04.2021 - 09:46

Løgtingið skal viðgera hjálparpakkarnir til ferðavinnuna og listafólk í dag.

Tingfundurin í dag er klokkan 11.00.

Treytin fyri at fáa pengar úr hjálparpakki fýra, sum nú er í løgtinginum, er, at umsøkjarin í stuðulstíðarskeiðinum hevur minst 40 prosent afturgongd í umsetninginum.

Stuðulin er í mesta lagi 10 milliónir krónur til hvønn umsøkjara, og stuðulstíðarskeiðið er frá 1.september 2020 til 30.apríl 2021.

Mett verður, at hjálparpakki fýra kostar í mesta lagi 47,5 milliónir krónur.

Stuðulsskipan til listafólk

Ætlanin er at gera eina stuðulsskipan til listafólk, sum er lík teirri skipan, sum var í fjør.

Men nú kunnu listafólk, sum hava virksemið skipað í ein løgfrøðiligan persón, so sum smápartafelag, eisini søkja.

Uppskotið umfatar fíggjarligt tap í tíðarskeiðnum 1.september í fjør til 30.apríl í ár. 

Stuðulin kann í mesta lagi vera 75 prosent av staðfestum og skjalprógvaðum tapi. Tapið skal í minsta lagi vera 10.000 kr.
 
Løgtingið er biðið um 3,5 mió. kr. til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463