Vilja hava statistar til grindadráp í Sandagerði

Vilja hava statistar til grindadráp í Sandagerði
Upptøkur verða gjørdar til sendirøðina TROM, og brúk er fyri fleiri statistum
Upptøkurnar til TROM í Sandagerði eru byrjaðar, og tikið verður upp til klokkan 19 í kvøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2021 - 14:24

Ert tú í Havn og hevur eina fríløtu seinnapartin, og kundi tú hugsað tær at verið við í sendirøðini, TROM, so er høvi til tess.

Framleiðarnir siga, at teimum tørvar fleiri statistar, nú upptøkur skulu gerast í Sandagerði, ið skulu brúkast til at ímynda eitt grindadráp.

Upptøkurnar eru í Sandagerði, og tær verða gjørdar til klokkan 19 í kvøld. Tað hevði frøtt framleiðarnar, um fleiri fólk kundu verið við í upptøkunum.

Øll eru vælkomin, og tað ger heldur einki, um nógv taka bilin við, so tað "sær út av nøkrum", sum framleiðarnir orða seg í áheitanini nú seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109