Øll starvsfólk skulu fáa somu viðferð

Øll starvsfólk skulu fáa somu viðferð
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, hevur svarað fyrispurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spurdi Trine Bramsen, verjumálaráðharra, hví føroyingar, sum arbeiða í donsku sjóverjuni, skulu gjalda flogferðir sjálvir
 
11.03.2021 - 09:46

Trine Bramsen, verjumálaráðharri, hevur biðið Verjumálaráðið tryggja, at øll, sum arbeiða í verjuni í Norðuratlantshavi og  í Arktis, fáa somu viðferð.

Øll í ríkisfelagsskapinum eiga at hava somu sømdir, sigur Trine Bramsen.

Hon hevur tikið hetta stigið, eftir at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spurdi hana, hví føroyingar, sum arbeiða í donsku sjóverjuni, skulu gjalda flogferðir sjálvir, tá hetta ikki er galdandi fyri grønlendingar. 

Grønlendingar fáa endurgoldnar sínar ferðaútreiðslur, tá tey ferðast í arbeiðsørindum fyri donsku verjuna, sigur Sjúrður Skaale.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109