Heldur fram sum dekanur á Námsvísindadeildini

Heldur fram sum dekanur á Námsvísindadeildini
Starvið varð lýst leyst, og bara ein umsókn var til starvið
Erla Olsen heldur fram sum dekanur á Námsvísindadeildini í trý ár aftrat
Mynd: Fróðskaparsetrið, Finnur Justinussen  
 
10.03.2021 - 16:16

Erla Olsen heldur fram sum dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í trý ár aftrat.

Tað hava rektarin og stýrið fyri Fróðskaparsetrið gjørt av.

Starvið varð lýst leyst, og bara ein umsókn var til starvið.

Erla Olsen hevur verið dekanur í trý ár, og nýggja skeiðið verður eisini trý ár, frá 1. apríl í ar til 31. mars í 2024.

320 lesandi

Erla Olsen hevur seinasta árið arbeitt saman við leiðsluni á Setrinum at menna Námsvísindadeildina. Hon heldur fram við arbeiðnum saman við nýggja leiðslutoyminum á deildini, har tveir varadekanar eru fyri ávikavist námsfrøðina og læraraútbúgvingina, sigur Fróðskaparsetrið.

Á Námsvísindadeildini, har bæði lærarar og námsfrøðingar verða útbúnir, eru nøkur og 30 starvsfólk og 320 lesandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497