Greiðir frá samráðingunum við bretar

Greiðir frá samráðingunum við bretar
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er í samráði í Uttanlandsnevndini
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, er í samráði, har hann greiðir Uttanlandsnevndini frá gongdini í samráðingunum við Bretland um fiskirættindi
 
10.03.2021 - 09:37

Klokkan níggju í morgun fór Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í samráð í Uttanlandsnevndini um fiskiveiðuavtaluna við Bretland.

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum vil vita, hvussu gongst við samráðingunum.

Ein rammusáttmáli er gjørdur um fiskiskapin. Men eingin fiskiveiðiavtala er gjørd fyri 2021.

Samráðast aftur fríggjadagin

Nakrir fundur hava verið, men nú er steðgur komin í, hóast partarnir javnan tosa saman.

Men samráðingarfundur verður fríggjadagin. 

Føroysk skip plagdu at fiska makrel í bretskum sjógvi fyrst í árinum, men tað ber ikki til nú, tá sáttmálin við ES ikki longur er galdandi fyri Bretland.

Og Føroyar og ES hava heldur ikki gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109