Í samráð um fiskiveiðusamráðingar

Í samráð um fiskiveiðusamráðingar
Tað dregur út at gera fiskivinnuavtalu við Bretland
SJacob Vestergaard, landsstýrismaður, skrivað undir rammusáttmálan við bretar í heyst, men tað dregur út at semjast um fiskiveiðuavtaluna
 
01.03.2021 - 08:46

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum vil vita, hvussu gongst við samráðingunum við Bretland um fiskiskap.

Nevndin hevur biðið Jacob Vestergaard, landsstýrismann, koma í samráð fyrrapartin mikudagin.

Ein rammusáttmáli er gjørdur um fiskiskapin. Men eingin fiskiveiðiavtala er gjørd fyri 2021.

Nakrir fundur hava verið, men nú et steðgur komin í.

Føroysk skip plagdu at fiska makrel í bretskum sjógvi fyrst í árinum, men tað ber ikki til nú, tá sáttmálin við ES ikki longur er galdandi fyri Bretland.

Og Føroyar og ES hava heldur ikki gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2021.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109