Fongslaður fyri at hótta fólk eftir lívinum

Fongslaður fyri at hótta fólk eftir lívinum
49 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri at hótta trý alment sett fólk i langa tíð
Varðhaldsfongslaði maðurin noktar seg sekan í skuldsetingini
 
18.12.2020 - 12:58

Ein 49 ára gamal maður varð í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hótta fólk eftir lívinum.

Maðurin varð tikin mikudagin.

Hann er skuldsettur fyri at hótta trý alment sett fólk i langa tíð.

Fólkini, sum arbeiða hvørt á sínum almennum stovni, fingu hóttanirnar í telduboðum.

Ákæruvaldið kravdi í grundlógaravhoyringini, sum var seinnapartin í gjár, mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur.

Og Føroya rættur varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur. Tann avgerðin er ikki kærd.

Maðurin noktar seg sekan í skuldsetingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109