- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða enn við ætlan um radara á Sornfelli
Danmark ætlar at brúka hálva aðru milliard krónur til at styrkja donsku hjáveruna í Arktis og Norðuratlantshavi.
Við í ætlanini er møguleikin at seta ein nýggjan hernaðarradara upp á Sornfelli.
Tað sigur Trine Bramsen, verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum hevur spurt um málið.
Verjumálaráðharrin sigur, at tað er umráðandi, at Føroyar og Danmark eru í tøttum samstarvi, og eru samd um at seta hernaðarradaran upp.
Samskipanarbólkur settur
Ein samskipanarbólkur er settur á embætismannastigi við umboðum fyri føroyska landsstýrið, grønlendsku sjálvstýrismyndugleikarnar og danska verjumálaráðið.
Trine Bramsen sigur, at hon hevur beinleiðis og áhaldandi samskifti við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um málið.
Sjúrður Skaale spurdi, um verjumálaráðharrin er til reiðar at kunna uttanlandsnevndina í løgtinginum um málið.
Trine Bramsen svarar, at hon samskiftir við Jenis av Rana, og tað stendur til hansara, um aðrir føroyskir myndugleikar skulu dragast upp í málið, ella fáa innlit í tað.
Heldur landsstýrismaðurin tað vera hóskandi og gagnligt, er verjumálaráðharrin til reiðar at fara á fund við uttanlandsnevndina, sigur Trine Bramsen í svarinum til Sjúrð Skaale.
Eingin endalig støða er tikin, um hernaðarradari skal setast upp á Sornfelli. Men verður radarin settur upp, sleppa allar kappingarførar fyritøkur at bjóða seg fram til uppgávur hjá verjumálaráðnum, eisini føroyskar, sigur Trine Bramsen.
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, um hernaðarradara á Sornfelli