Semingsmenninir hava einki frætt

Semingsmenninir hava einki frætt
Sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall í morgun
Seminsgmenninir hava einki frætt frá pørtunum, síðani verkfallið varð lýst
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.10.2020 - 10:57

Semingsmenninir hava einki frætt frá nøkrum, eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall í morgun.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsmenninir løgdu eitt semingsuppskot fyri partarnar næstseinasta mikudag. Sjúkrarøktarfrøðingarnir varakaðu semingsuppskotið, men lønardeildin góðtók uppskotið.

Og fríggjadagin gjørdu sjúkrarøktarfrøðåingarnir av at lýsa verkfall fyri 50 sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúrkahúsi. Tað byrjaði klokkan sjey í morgun.

- Vit eru til reiðar at tosa við partarnar, men higartil hava vit einki frætt, sigur Terje Sigurðsson.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948