Krevur tveir mans aftrat á hvørjari vakt

Krevur tveir mans aftrat á hvørjari vakt
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu, hví Ritan bara siglir tilkallitúr til Svínoyar, men ikki til Fugloyar
Ritan siglir tilkallitúr til Svínoyar, men ikki til Fugloyar. Tað er ein peningaspurningur, sigur Strandferðslan
 
07.10.2020 - 15:20

Verður tíðarskeiðið, har siglt verður til Fugloyar, longt á sama hátt sum til Svínoyar, hevði tað sambært Strandferðsluni havt við sær, at tveir mans skulu setast aftrat til hvørja vakt.

Og tað hevur stóran meirkostnað við sær.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Beintu Løwe, sum spurdi, hví Ritan ikki siglir tilkallitúr til Fugloyar klokkan 18.30, men bara til Svínoyar.

Strandferðslan leggur virksemið soleiðis til rættis, at á teimum leiðum, har tøka arbeiðstíðin ikki hevur verið brúkt til fulnar, hevur manningin arbeitt niðursettan brøk.

Túrurin úr Hvannasundi út á Eiðið í Svínoy tekur bara hálvan tíma. Brøkurin hjá manningini var 0,9 á hesi farleiðini, men hann varð hækkaður upp í fulla tíð, sum røkkur til ein túr aftrat í ein mánað, upplýsir landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

Als ikki nøktandi

Jørgen Niclasen sigur, at tá ræður um trygdina, eru atløguviðurskiftini á Kirkju als ikki nøktandi, og í samskiftinum við Sjóvinnustýrið hevur verið upp á tal at gevast at sigla upp á Kirkju.

Men ábøtur eru nú gjørdar á bryggjuni, sum er ein fyribils loysn.

Á fíggjarlógini er játtanin til at gera ábøtur og at væla um atløgubryggjur hækkað úr 2,2 milliónum krónum upp í fimm millónir næsta ár.

Jørgen Niclasen sigur í svarinum, at hann hevur heitt á Landsverk um at fyrireika málið at gera eina varandi og trygga loysn av lendingarviðurskiftunum á Kirkju. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109