Semingsroyndin heldur fram í dag

Semingsroyndin heldur fram í dag
Lønardeildin og sjúkrarøktarfrøðingarnir hittast aftur saman við Semingsstovninum klokkan níggju
Semingsmenninir halda fram við semingsroyndini í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.10.2020 - 08:32

Í morgun klokkan níggju heldur semingsroyndin fram í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Partarnir og Semingsstovnurin hittust hósdagin.

Tá varð avgjørt, at sáttmálapartarnir kannaðu nýtt tilfar, teir fingu frá hinum partinum.

Í morgun klokkan níggju hittast teir aftur saman við Semingstovninum.  

Fór úr gildi fyri einum ári síðani

Nú eru góðar tvær vikur síðani, Semingsstovnurin varð boðsendur, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki funnu semju um nýggjan sáttmála.

Og mánadagin byrjaði semingsroyndin, sum so heldur fram í morgun.

Sáttmálin millum Felag føroyskra sjúkrarøktarfrøðinga og Lønardeildina fór úr gildi fyri einum góðum ári síðani, tann 1.oktober í fjør.

Eisini í 2017, tá tann sáttmálin varð gjørdur, var neyðugt at hava Semingsstovnin við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035