Spyr um føroyingar eisini fáa miðlastuðul

Spyr um føroyingar eisini fáa miðlastuðul
Joy Mogensen, mentamálaráðharri, skal svara fyrispurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur sett Joy Mogensen, mentamálaráðharra, fyrispurning um miðlastuðul
 
29.09.2020 - 08:48

Kunnu føroyskir miðlar fáa stuðul úr Danmark, tá grønlendskir miðlar kunnu?

Hendan spurning hevur danski mentamálaráðharrin, Joy Mogensen, fingið frá Sjúrði Skaale, fólkatingmanni.

Hon hevur ikki svarað enn.

Orsøkin til spurningin er, at grønlendski miðilin Sermitsiaq hevur fingið 3,1 mió. kr. frá Medienævnet í Danmark.

Stuðulin kallast Medienævnets redaktionelle produktionsstøtte.

Sjúrður Skaale sigur, at sær vitandi hevur Grønland yvirtikið fjølmiðlamál eins og Føroyar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109