Ferðafólkatalið minkað niður í helvt

Ferðafólkatalið minkað niður í helvt
Fyrstu átta mánaðirnar komu og fóru 129.700 fólk um flogvøllin, 57 prosent færri enn somu tíð í fjør
Korona ávirkar ferðafólkatalið á flogvøllinum, sum er 57 prosent minni í ár enn somu tíð fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.09.2020 - 09:25

Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum er meira enn helvtina minni higartil í ár enn tað var í fjør.

Til 1.september í ár vóru ferðafólkini 129.683, 57 prosent færri enn í fjør, tá tey vóru 301.604. Tey vóru tá 12,6 prosent fleiri enn í 2018.

Í august fóru 25.152 ferðafólk um flogvøllin í Vágum, antin við flogfari ella við tyrlu.

Tað eru 51,4 prosent færri enn í august í fjør, tá ferðafólkini vóru 51.717.

Onnur korunubylgja hevur ávirkað flogferðsluna nakað, tí fleiri ferðafólk vóru í juli. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV