
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rokfundur í serbiska tjóðartinginum

Ein fundur í serbiska tjóðartinginum fyrr í dag endaði í ruðuleika við bæði roykbumbum, táragassi og neyðblussum inni í sjálvum tingsalinum.
Tingfundurin var umleið ein tíma gamal, tá tingið skuldi atkvøða um eitt lógaruppskot at hækka játtanina til hægri útbúgvingar í landinum.
Men andstøðan helt uppá, at allur tingfundurin var ólógligur, og at tingið fyrst átti at viðurkenna, at forsætisráðharrin Milos Vucevic og hansara stjórn løgdu frá sær.
(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
Knappliga varð fest í neyðbluss, og tingfólk fóru at tveita roykbumbur eftir hvørjum øðrum. Sambært serbiskum miðlum vórðu egg og vatnfløskur eisini tveitt runt í tingsalinum. Seinni varð sagt, at trý fólk høvdu fingu skaða av øllum rokinum, og at 11 fólk eru sett í varðhald.
Milos Vucevic legði longu 28. januar frá sær í kjalarvørrinum á fleiri stórum mótmælistiltøkum. Men tjóðartingið skal viðurkenna, at hann hevur lagt frá sær. Tað hevur tingið ikki gjørt enn, og tí situr Vucevic framvegis.