- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava sent boð eftir semingsstovninum
Hava sent boð eftir semingsstovninum
Seinnapartin staðfestu Skipara- og Navigtørfelagið og Reiðarafelagið fyri farmaskip, at teir komu ikki longur í samráðingunum

Samráðingarnar millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip eru slitnaður, og semingsstovnurin er boðsendur.
04.03.2025 - 16:09
Samráðingarnar millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri føroysk farmaskip eru slitnaðar, og partarnir hava boðsent semingsstovninum, boðar Skipara- og Navigatørfelagið frá.
Feløgini hittust til samráðingar klokkan 10 fyrrapartin. Steðgur var frá middegi til klokkan 15, men tá staðfestu partarnir, at teir komu ikki longur í samráðingunum.
Partarnir vóru samdir um at boðsenda semingsstovninum.
Sáttmálin, sum umfatar handilsskip, frálandavinnuskip, Bakkafrost og Norrønu, fór úr gildi 1. mars, men er longdur til 7. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV