Viðmerkjarar: KÍ-hópurin er krútsterkur

Viðmerkjarar: KÍ-hópurin er krútsterkur
Bæði Tróndur Arge og Helgi L. Petersen halda, at KÍ-hópurin er hin sterkasti í føroysku kappingini í ár. Um klaksvíkingar sleppa undan skaðum, verður ringt at steðga teimum
04.03.2025 - 14:11

Jákup Biskopstø Andreasen er aftur á vøllinum, og saman við KÍ-hópinum leingist hann eftir føroyameistarakensluni.

KÍ-liðskiparin sat uttanfyri meginpartin av kappingini í fjør, men er klárur til tørna til aftur, og um klaksvíkingar sleppa undan skaðum í ár verður torført at steðga teimum, søgdu bæði Tróndur Arge og Helgi L. Petersen í 3-2 mánakvøldið. 

 - Hann er límið. Hann bindir alt saman og er sum ein maskina. Tú veitst, hvat tú fært hvønn einasta dyst. Han er ein konstantur á miðjuni hjá KÍ, og eg haldi, at tú sást, tá hann manglaði í fjør. Tí sjálvt tá teir keyptu ein inn, sum kroppsliga og á øðrum parametrum hevði tað sama, rakk hann ikki sama stigið, segði Tróndur Arge.

Hópurin hjá KÍ telist millum teir sterkastum, sum eitt føroyskt felag hevur havt yvirhøvur, segði Helgi L. Petersen.

 - Tá mann var upp á tað besta, hevði mann havt trupult við at komi á eykaliðið har, smíltist fyrrverandi landsliðsspælarin.

 - Hatta er ein av teimum sterkastu hópunum, sum hevur verið í Føroyum heilt leingi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417