Ung krambafólk: Kann vera torført at biðja um samleikaprógv

Ung krambafólk: Kann vera torført at biðja um samleikaprógv
Børn og ung kunnu selja snús og aðra tubbaksvørur, hóast aldursmarkið er 18 ár at keypa hesar vørur. Tó kann vera torført at spyrja um prógv, ásanna ung krambafólk
"Tað eru nógv, sum snúsa, og tey gerast alsamt yngri,” staðfestir 15 ára gomul krambakvinna, ið sigur, at tað kann vera trupult at biðja um samleikaprógv
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2025 - 11:33

Talið av børnum og ungu, sum snúsa, er nógv vaksið seinastu árini. Tað er talið av børnum og ungu, ið sita vit kassarnar í handlunum, sum selja snús, eisini. 

Meðan børn og ung undir 18 ár kunnu selja snús og aðrar tubbaks- og nikotinvørur, so er aldursmarkið at keypa hesar vørur 18 ár. 

Tað skapar eina óhepna tvístøðu, halda ung krambafólk, ið Kringvarpið hevur tosað við. 

 

Umráðandi at spyrja um samleikaprógv

Ein 15 ára gomlu genta, sum arbeiðir sum krambafólk, heldur, at tað er týdningarmikið at spyrja um samleikaprógv frá viðskiftafólki, ið vil keypa snús og aðrar tubbaksvørur.

"Tað eru nógv, sum snúsa, og tey gerast alsamt yngri,” staðfestir hon. 

Unga krambafólkið ásannar, at tað er trupult at standa í einari støðu, har tú ikki kanst selja til børn og ung undir 18 ár, ið streingja á, at snús verður selt teimum. 

“Eg kann missa starvið, um eg selji snús og aðrar tubbaksvørur til fólk undir 18 ár,” sigur hon. 

“Eg kann missa starvið, um eg selji snús og aðrar tubbaksvørur til fólk undir 18 ár

Krambakvinna, 15 ár 

 

Onga upplæring fingið

15 ára gamla krambafólkið greiðir eisini frá, at hon ongantíð hevur fingið upplæring í, hvussu hon skal handfara støður, har børn ella ung undir 18 ár vilja keypa snús og aðrar tubbaksvørur.

Hon heldur, at tað er ein sera álvarsom støða at vera í, tá starvsfólk kenna seg trýst av keyparanum til at selja snús og aðrar tubbaksvørur til fólk yngri enn 18 ár. 

“Eg haldi, at upplæring í, hvussu vit skulu handfara slíkar støður hevði verið ein góð hjálp, tí fleiri byrja at arbeiða, tá tey 12 ella 13 ár.”


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
 

 

Kann vera torført at nokta

Tað kann vera torført at spyrja um samleikaprógv, tá ivamál er um aldurin hjá keyparanum, sigur 17 ára gomul genta, ið hevur arbeitt í handli.

“Tá eg visti, at tey vóru undir aldursmarkið, segði eg nei,” sigur hon, men ásannar, at tað kann vera torført hjá summum at spyrja um prógv, 

“Tað kann vera, at ein ikki vil vera rotin persónur, sum noktar at selja einum vinfólki snús.”

“Tað kann vera, at ein ikki vil vera rotin persónur, sum noktar at selja einum vinfólki snús.”

Fyrrverandi krambakvinna, 17 ár

 

Unga arbeiðsmegin er týdningarmikil

Spurningurin er so, um tað ikki eisini skuldi verið krav, at krambafólkini, ið selja snús og tubbaksvørur, eisini skulu vera 18 ár ella eldri?

"Uttan ungu starvsfólkini, hevði tað verið ómøguligt at havt handlarnar opnar," staðfestir Hilmar Sam Lamhauge, nevndarlimur í Handilsvinnufelagnum, avgjørdur.  


Hilmar Sam Lamhauge er nevndarlimur í Handilsvinnufelagnum (Mynd: Birita Matras Petersen)

 

Hilmar Sam Lamhauge hevur tosað við ein part av limunum í Handilsvinnufelagnum, og niðurstøðan er, at minst helvtina av krambafólkunum í føroysku handlunum eru undir 18 ár. 

 

Kunnu ikki forða fyri, at børn selja snús

Alsamt fleiri børn og ung í aldrinum millum 13 og 18 ár eru vorðin partur av arbeiðsmarknaðinum seinastu tíggju árini, sigur Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. 

Í vegleiðingini frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um arbeiði hjá børnum og ungum í arbeiði undir 18 ár stendur, at:

"arbeiðsgevarin skal tryggja, at arbeiðstíð og arbeiðsuppgávur hjá tí unga eru hóskandi við atliti at m.a. aldri og førleikum hjá unga starvsfólkinum." 

Tó er eingin forðing fyri, at børn og ung undir 18 ár kunnu selja somu vørurnar til onnur, sum tey sjálvi ikki hava aldur til at keypa.

250228_WEB_ARBEIDSEFTIRLITID_02

 

 

Brot á roykilógina í 12 handlum 

Hóast lógin á økinum er einføld og greið, at børn og ung undir 18 ár ikki hava lov at keypa snús og aðrar tubbaksvørur, so var tað ikki torført hjá tveimum 15 ára gomlum gentum at keypa snús.

Genturnar, ið vóru í 15 handlum í landinum, kundu keypa snús í 12 handlum.

Og sostatt hava hesir handlar brotið roykilógina.

Sí videobrotið fyri at síggja, hvar Sonja og Bára fingu snús:

250227_WEB_SONJA_BARA_KEYPA_SNUS

 

Arbeiðseftirlitið er myndugleikin, ið hevur alment eftirlit við, at tubbaksvørur ikki verða seldar til fólk, sum eru undir 18 ár. 

250228_WEB_ARBEIDSEFTIRLITID_01

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375