Bíða eftir líkindum at fáa Polarstjørnuna á sjógv

Bíða eftir líkindum at fáa Polarstjørnuna á sjógv
Ætlanin er at sigla Polarstjørnuna til Havnar í hesi vikuni og taka hana upp á beding hjá MEST
Í síðstu viku eydnaðist at fáa Polarstjørnuna aftur á rættkjøl á Klaksvíkar Sleipistøð.
 
24.02.2025 - 18:00

Polarstjørnan hevur staðið á bedingini hjá Klaksvíkar Sleipistøð síðan 19. desember, tá hon koppaði. 

Í síðstu viku eydnaðist at fáa Polarstjørnuna á rættkjøl, og nú verður bíðað eftir betri veðri, so hon kann fara á sjógv aftur.

Ætlanin er at sigla Polarstjørnuna til Havnar í hesi vikuni og taka hana upp á beding hjá MEST. 

Og so ganga væntandi 3-4 vikur afturat, áðrenn skipið kann fara aftur til fiskiskap, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, sum eigur Polarstjørnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551