J&K Petersen skal gera tyrvingarplássið í Kvívík

J&K Petersen skal gera tyrvingarplássið í Kvívík
IRF og Tórshavnar kommuna samstarva um verkætlanina, sum fer at kosta meira enn 100 milliónir kr.
Nýggja tyrvingar- og rottangaplássið í Kvívík skal verða klárt at taka í nýtslu um góð tvey ár
 
08.09.2020 - 11:09

Byggifelagið J&K Petersen hevur fingið arbeiðið at gera nýggja tyrvingar- og rottangaplássið hjá IRF úti í Nýggjheiðum í Kvívík.

J&K Petersen hevur eisini staðið fyri 1. byggistigi av verkætlanini, sum í høvuðsheitum fevndi um at gera byggiøkið klárt. 

2. byggistig skal vera liðugt í oktober í 2022, og tá verður tyrvingar- og rottangaplássið klárt at taka í nýtslu.

Øll verkætlanin kostar meira enn 100 milliónir kr.

Nøktar tørvin í 30 ár

Nýggja plássið verður mett at nølta tørvin næstu 30 árini, sigur IRF.

Nýggja støðin verður stór og nýmótans samanborin við tyrvingarplássini, sum verða brúkt nú.  Við at taka ímóti burturkasti innandura, kann IRF leggja seg eftir bara at tyrva í góðum veðri og á tann hátt forða fyri, at burturkast fýkur í náttúruni.

Nýggja tyrvingar- og rottangaplássið er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu. Verkætlanin er ikki knýtt at eini samanlegging við Tórshavnar kommunu, men partarnir hava samstarvað væl, tá ið ræður um burturkast og endurnýtslu, sigur IRF.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535