- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú byrjar nátatíðin
Nú nátatíðin byrjar, minnir Heilsufrøðiliga starvsstovan á nátasjúkuna og, hvussu hon kann fyribyrgjast.
Vanliga byrjar sjúkan fýra til 14 dagar eftir smittuna.
Íligin náti smittar ikki.
Nátar, sum síggja sjúkir, rak og ússaligir út, eiga ikki at verða tiknir, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Skulu vera í olljuklæðum
Tey, sum taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæði væl, tá tey eru liðug at taka náta.
Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn fólk eta ella festa sær í.
Tað besta er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum.
Best at skálda
Av tí at fjaðrarnar kunnu vera dálkaðar, er best, um nátin verður skáldaður.
Verður hann royttur, eigur luftskiftið at vera gott, har sum roytt verður. Maskur kunnu brúkast.
Fjaðrar, innvølir, tóm kloraminíløt og annað frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB.
Síðani 1991 hava, sambært landslæknanum, seks fólk í Føroyum havt nátasjúku, eitt í 1991, tvey í 2003, tvey í 2016 og eitt í 2017.