Boðsend til seglbát, sum rak norðan fyri Føroyar

Boðsend til seglbát, sum rak norðan fyri Føroyar
Bjargingartyrlan og Tjaldrið vóru fyrr í vikuni hjá einum lítlum seglbáti, sum rak norðan fyri Fugloynna
 
19.07.2020 - 09:05

Ein norskur bátur, sum roynir í landnyrðing úr Fugloynni, boðaði mikudagin føroysku myndugleikunum frá, at seglbáturin hevði rikist á somu leiðini norðan fyri Fugloynna í tveir dagar.

Myndugleikarnir hildu okkurt var áfatt, tá samband ikki fekst við einsamalla mannin umborð á seglbátinum, og bjargingartyrla og Tjaldrið vórðu tí send til seglbátin.

Tað vísti seg tó, at einki var áfatt hjá manninum, sum er einsamallur umborð á seglbátinum, sum er seks metrar langur og ein metur breiður.

Maðurin, sum er í 80-unum, er farin við seglbátinum úr Ålesund í Noregi, og hann ætlar sær at sigla við seglbátinum til Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF